Annað

Flogbóltur: Hanna er best

Besti hevarin hjá U17-gentum í Nevza-kappingini gjørdist føroyska Hanna Iansdóttir Biskopstø.

Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2019-10-18 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroysku kvinnurnar hava staðið seg sera væl í ársins Nevza-kapping í Ikast, sum er fyri Norðurlond og Ongland. Tær vóru so nær við at spæla seg í sjálva finaluna, men endaðu til seinast á einum 4. plássi.

Tað var ein tóm kensla at koma heim við ongum eftir eina so sterka kapping, men heilt tómhentir koma flogbóltsleikararnir tó ikki. 

Tá ið kappingin er av, verða bestu leikarar kosnir. Tey, sum velja eru venjararnir, og hesuferð vóru tað føroyingar, sum áttu besta hevaran hjá U17-genum. Hon er Hanna Iansdóttir Biskopstø.

- Hanna hevur frá fyrsta degi havt serstakliga góð evni til flogbólt. Hon hevur ment seg til ein framúrskarandi hevara. Skjót, sterk, gott eyga fyri spælinum og ein krútsterkan vinnaravilja. Hon var ársins stjørnuskot og ársins hevari fyrsta árið hon spældi í Meistaradeildini. Tað var í 2018, tá ið Fleyr vann greipuna. Og nú hevur hon lagt Norðurlond undir sínar føtur. Best av teimum bestu, sigur Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder