Bæði Mjølnir og ÍF liggja á odda í lands- og steypakappingini í flogbólti, og tí átti tað eftir øllum at døma at gerast sera spennandi, tá liðini hittust á Kambsdali í gjár.
Mjølnir legði væl út og vunnu fyrsta settið. Teir spældu væl og kontant, og blokkurin stóð sum ein múrur fyri álopunum hjá ÍF.
Annað settið kom ÍF betur frá byrjan, og spældu teir væl og fjølboytt. Seliga var tað miðjan hjá ÍF, sum gjørdist meira sjónlig á vøllinum, og teir vunnu settið trygt.
Triðja settið gjødist eisini javnt og spennandi, men eisini tað vann ÍF, sum nú var 2 - 1 frammanfyri mótstøðuliðnum.
Fjórða settið varð merkt av, at Mjølnir broytti upptilling. Tað góða flogbóltspælið dalaði nakað, og liðini gjørdu nógvar feilir. Tá avtornaði, vann ÍF settið og sostatt dystin 3-1.
Hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar 13. februar í Klaksvík. Tá kemur ÍF at spæla ímóti SÍ, meðan Mjølnir spælir ímóti Fleyr, sum vann 3-0 á SÍ í Sørvági í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald