Annað

Flogbóltur: Oddaliðið Dráttur misti stig ímóti KÍF

Finaluvónin hjá TB svann eftir ósigur fyri Fleyr.

Dráttur

Dráttur

2024-01-15 11:06 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur
KÍF – Dráttur 2-3 (25-15, 20-25, 25-20, 15-25 8-15)

Dráttur er framvegis ósigrað í kappingini, men fyri triðju ferð var oddaliðið kroyst út í fimm sett, tá KÍF sunnudagin vann sítt fyrsta stig síðani 22. oktober, tá kollfirðingar høvdu vunnið báðar sínar fyrstu dystir í kappingini.

KÍF legði grundina í fyrsta setti, tá tær fóru frá 5-6 upp á 12-6 og 15-7. Dráttur megnaði ikki at svara aftur, og so vann KÍF 25-15. Aftursvarið kom tó í øðrum setti, tá Dráttur legði seg á odda 12-6 og megnaði at halda munin, tað sum eftir var av settinum, sum Dráttur vann 25-20.  

Í triðja setti gekk javnt á til 11-11, tá KÍF sleit seg leyst við seks stigum í einum háli, og legði seg á odda 17-11. Eftir hetta var settið ongantíð í vanda, og KÍF vann 25-20.

Sostatt hevði KÍF tryggjað sær sítt fyrsta stig í Føroya Tele-kappingini síðani annað umfar. Spurningurin var nú, um tað skuldi gerast til trý, tvey ella eitt stig. Men skjótt sást, at tað fór í øllum førum ikki at gerast til trý stig, tá ið Dráttur leyp avstað í fjórða setti og legði seg á odda 8-0 og 11-1, áðrenn settið varð vunnið 25-15.

Í javnbrótaranum gjørdi Dráttur enn eitt skarvslop og fór framum 5-1, men KÍF svaraði aftur og javnaði til 5-5. Gleðin var tó stuttlívað, tí Dráttur vann seg framumaftur 8-5, og hesaferð megnaði KÍF ikki at svara aftur, og so vann Dráttur 15-8. 

TB – Fleyr 0-3 (22-25, 23-25, 8-25)
Eftir tap fyri Fleyr sunnudagin tykist vónin hjá TB at røkka finaluplássinum at vera fokin nú tey sjey stigini, sum vóru á muni millum liðini, øktust upp í tíggju, tó at TB hevur leikt ein dyst færri.  

Fleyr tók fyrsta settið 25-22, eftir at TB hevði barst seg upp á javnleik 19-19, eftir at hava verið aftanfyri 14-19. Fýra á rað frá 20-20 til 24-20 til Fleyr gjørdust tó avgerandi. 

Í øðrum setti dró Fleyr so líðandi frá, og legði seg á odda 19-12, men tað var um reppið, at TB ikki  javnaði, tá tær yvirlivdu fýra settbóltar og komu upp á 23-24. Men við tí fimta settbóltinum eydnaðist Fleyr at vinna.

Eftir hetta fór TB í svart – í fluttari merking – og Fleyr legði seg á odda 6-0 og 12-1, og so var bara spurningur um hvussu nógv, Fleyr skuldi vinna. Tað gjørdist til 25-8.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur, er tann, at Dráttur hevur 27 stig, Fleyr 20, SÍ 15, Mjølnir 11, TB 10, KÍF 7 og Ternan 0 stig. Mjølniran og Tern fyri 7 dystir, TB fyri 8, Fleyr og SÍ fyri 9 og Dráttur og KÍF fyri 10 dystir.

Næstu tvær vikurnar verða eingir dystir í landskappingini, tí spælt verður í bólkaspælinum í steypakappingini:

Næstu dystirnir í Bónus-kappingini:

Bólkur 1:
17. jan.: Ternan – Mjølnir
21. jan.: SÍ – Fleyr B
28. jan.: Fleyr B – Ternan
28. jan.: Mjølnir – SÍ
Bólkur 2:
18. jan.: Fleyr - KÍF
21. jan.: TB - Dráttur
28. jan.: Dráttur – KÍF
28 jan.: Fleyr – TB

Fýra tey fremstu spæla seg í hálvfinalurnar, sum verða í Klaksvík leygardagin 10. februar. Steypafinalan verður í Havn tvær vikur seinni, 24. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder