Landskappingin fer nú at liggja still eina løtu, tí bólkaspælið í steypakappingini byrjar hetta vikuskiftið. Næstu trý vikuskiftini verða steypadystir á skránni, og byrjað verður longu í morgin, leygardagin 11. januar.
Toppdystir longu í 1. umfari
Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastu steypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú í landskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 í sínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur.
Mesti spenningurin er í Klaksvík
Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar steypakappingini hetta vikuskiftið. Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.
• Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík
• Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík
Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1.
Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og í steypadystum kann jú alt henda.
Steypakappingin er skipað soleiðis, og dystirnir í 1. umfari eru hesir:
Meistaradeild kvinnur
Bólkur 1: KÍF, SÍ, TB
Bólkur 2: Mjølnir, Dráttur, Fleyr
Mjølnir og Dráttur møtast í Badmintonhøllin í Klaksvík leygardagin kl. 17, og KÍF og TB møtast í Ítróttahøllini í Kollafirði sunnudagin kl. 15.
Meistaradeild menn
Bólkur 1: Mjølnir, SÍ A, Fleyr B, SÌ B
Bólkur 2: ÍF A, Fleyr A, TB, ÍF B
Leygardagin kl. 14 møtast TB og Fleyr A í Ítróttahøllin í Trongisvági. Kl. 14.30 møtast Mjølnir og SÍ A í Badmintonhøllini í Klaksvík, og samstundis møtast Fleyr B og SÍ B í Høllini á Hálsi. Sunnudagin kl. 15 spæla ÍF A og ÍF B í Ítróttahøllini á Kambsdali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald