Annað

Flogbóltur: Tveir dystir í Klaksvík leygardagin

Kvinnurnar taka ímóti TB og menninir taka móti SÍ í Badmintonhøllini í morgin. Flogbóltssambandið stroymir dystirnar.

2021-01-22 17:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bólkaspælið í steypakappingini heldur fram januar mánaða út. Síðani eru hálvfinalurnar í februar og steypafinalurnar eru fyrst í apríl.

Kvinnurnar hjá Mjølnir taptu fyrsta dystin móti Drátti og tí skal ein sigur í hús móti tvørákvinnum. TB vann sannførandi 3-0 móti Ternuni og tískil er sannlíkt at vinnarin av hesum dystinum kvalifiserar seg í hálvfinaluna, sum verður í februar.

Menninir hjá Mjølnir gjørdu flott comeback móti vælleikandi Fleyr. Teir taptu tvey tey fyrstu settini, men vunnu síðani trý tey næstu. SÍ taptu á heimavølli móti ÍF í fyrsta dystinum og tískil er trýst á SÍ at vinna hendan dystin, um sørvingar ætla sær í hálvfinaluna.

Sum nakað nýtt fer Flogbóltssambandið at stroyma dystir. Byrjað verður í Klaksvík í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder