Fyrsti dysturin hjá føroysku U17-gentunum í Nevza-kappingini í Ikast var í morgun, og fyrsta mótstøðuliðið var Grønland.
Hóast nógvar skiftingar vóru á liðinum, og tríggjar sluppu at royna seg fyri allar fyrstu ferð, var ongantíð nakar ivi um, hvat úrslitið fór at verða.
Føroyska liðið vann greitt 3-0.
Í bólkinum eru Ísland, Grønland og Noreg, og næsti dysturin hjá føroysku gentunum verður kl. 16 móti Íslandi, sum fyrr í dag tapti móti Noregi 3-2.
Besti leikarin á Føroyska liðnum gjørdist Vár Rajani Færø.
Vár Rajani Færø
Úrslit:
Føroyar – Grønland 3-0 (25-7, 25-7, 25-8)
Les eisini: Flogbóltur: Dreingirnir taptu fyrsta dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald