Í gjárkvøldið varð skipað fyri gallaveitslu fyri flogbóltsfólkið á Giljanesi, sum Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri, og í hesum sambandi skuldu ársins leikarar finnast.
Niðanfyri sæst, hvør fekk hendan heiður:
Ársins hevarar: Janna Falkvard (SÍ), og Thorvald Danielsen (Mjølnir)
Ársins verjuleikarar: Tórfríð Tavsen (SÍ) og Jóhan Petur á Stongum (Sí)
Ársins blokkleikarar: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Fleyr) og Trygvi Hansen (Mjølnir)
Ársins áleyparar: Sofía Purkhús Splidt (Mjølnir) og Philip Freere (Mjølnir)
Ársins venjarar: Annika á Stongum (SÍ) og Philip Freree (Mjølnir)
Ársins leikarar: Sofía Purkhús Splidt (Mjølnir) og Philip Freree (Mjølnir)
Ársins stjørnuskot: Jana Falkvard (SÍ) og Dávið Hentze (Mjølnir)
Flogbóltssamanband Føroya hevði í ár eisini valt at útlúta eina eyka viðurkenning - Ársins Eldsál, og tann heiðurin fór til Óla G. Samuelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald