Annað

“Flogbørn” gjørdist Ársins Átak

34 skúlar í Føroyum hava verið við í átakinum.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, handaði Magnusi Tausen, formanni í Flogbóltssambandinum, heiðursbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, handaði Magnusi Tausen, formanni í Flogbóltssambandinum, heiðursbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-01 17:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ítróttasamband Føroya hevur latið “Flogbørn fyri skúlar í Føroyum” heiðurin sum Ársins Átak. Seks átøk vóru  í uppskoti.

Tað er Flogbóltssamband Føroya sum skipar fyri Flogbørn.

Endamálið við átakinum er at menna børnini til sannan flogbólt. Í grundgevingunum fyri at lata Flogbørn heiðurin varð sagt, at flogbóltur er eitt einastandandi spæl sum er lætt at spæla, og spælið kann lagast til motorisku evnini

Flogbóltssambandið hevur sent undirvísarar út í skúlarnar, har hesir hava hjálpt lærarum við at læra børnini í 1. til 3. flokk flogbólt. Tá ein tíð er farin, taka lærararnir yvir.

Eisini hevur verið skipað fyri flogbóltskapping, har allir skúlarnir hava fingið bjóða at luttaka. Lærarar og námsfrøðingar eru við sum dómarar. 34 skúlar, 1360 børn og 136 lærarar hava verið við til kappingarnar, har vinnandi flokkarnir fingu heiðursmerki.

Evropeiska flogbóltssambandið hevur eisini viðurkent Flogbørn.

Umframt heiðurin fekk átakið 10.000 kr. í peningagávu frá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder