Amerikanski staturin Florida bjóðar seg nú fram til at yvirtaka olympisku leikirnar, um Tokyo tekur seg aftur.
Búskaparovastin í Florida, Jimmy Patronis, hevur skrivað eitt bræv til Thomas Bach, forseta í olympisku nevndini IOC, og bjóða Florida fram sum vert fyri olympisku leikunum í summar.
Hetta skyldast, at søgur hava gingið um, at Japan møguliga fer at taka seg aftur, orsaka av koronafarsóttini.
Olympisku leikirnir skuldu verið hildnir í fjør, men vórðu útsettir í eitt ár. Og seinastu tíðina hava verið gjørdar kanningar, sum vísa, at japanar als ikki eru fegnir um at skula vera vertir fyri leikunum.
Í brævinum frá Jimmy Patronis til Thomas Bach stendur, at IOC eigur at umhugsa at flyta OL í 2021 úr Tokyo í Japan til Florida í USA.
Jimmy Patronis vísir á, at Florida hevur sett eina sterka koppsetingarætlan í verk, og hann vísir á, at tey nú kunnu skipa fyri ítróttatiltøkum í statinum, har tey eisini eru før fyri at halda Disney World opið.
USA hevur verið hart rakt av farsóttini við yvir 420.000 deyðum, harav yvir 25.000 í Florida, har tey eisini hava havt stórar trupulleikar undir farsóttini.
Enn hevur IOC ikki svarað áheitanini frá Florida, og tað hevur Japan heldur ikki. Fríggjadagin boðaði japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, frá, at hann er sannførdur um, at “leikirnir í Tokyo trygt kunnu haldast”.
Tí er tað framvegis ætlanin, at OL skal vera í Tokyo í døgunum frá 23. juli til 8. august 2021, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald