KÍ hevur spælt sannførandi fótbólt – kontrafótbólt – í fyrra hálvleiki av Champions League dystinum í Djúpumýru í kvøld. Klaksvíkingar eru frammanfyri 2-0 í hálvleikinum.
KÍ hevur víst heilt øðrvísi spæl í dag, enn teir gjørdu fyri viku síðani í Bodø.
Bláa liðið legði trýst frá byrjan av, og fingu skapt eina góða støðu framman fyri Glimt-málinum longu í fyrstu minuttunum.
Taktikkurin var eins og í síðstu viku, kontrollerað verjuspæl í royndini at fáa kontramøguleikar.
Og tað eydnaðist.
Í 11. minutti gjørdist Claes Kronborg leysur í høgru síðu. Hann fekk gott pláss til at leggja eitt innlegg væl yvir í hina síðuna, har Mads Boe Mikkelsen kom rennendi. Bólturin kom heldur høgt, men Mads Boe leyp upp og fekk sett innaru síðuna á bóltin og í netið yvir móti Bøvegi.
1-0 til KÍ og stórur rómur í Bláa skýlinum.
Bert sjey minuttir seinn i økti KÍ til 2-0. Teir høvdu havt fleiri álop, og eitt teirra endaði við hornasparki. Hornað gav ikki málmøguleika í fyrstu syftu, men bólturin kom inn fyri málið aftur úr høgru síðu, og hesaferð stóð Jákup B. Andreasen á rætta stað, og stútaði bóltin í netið.
Norðmenninir í gulum troyggjum hildu fram við sínum powerplay spæli – altso høvdu bóltin nógv og spældu frá síðu til síðu framman fyri massivu føroysku verjuni, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til nakran málkjans.
Ikki fyrr enn í 39. minutti kom fyrsta norska skotroyndin – langt oman fyri mál.
Bodø/Glimt hevur bara havt tvær skotroyndir á KÍ málið í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik royndu teir seg við einum langskoti, sum Mathias Rosenørn í málinum lættliga fekk hendur á.
2-0 til KÍ í einum ævintýrkendur fyrra hálvleiki í Champions League.
Fáa klaksvíkingar eitt mál afturat – stendur á jøvnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald