
Hon hevur vunnið gull í ungdómsdeildini, har strandakvinnan millum annað hevur avgjørt steypafinalu fyri Skála á framúrskarandi hátt, og nú hevur hon vunnið FM-gull í fremstu deildini.
- Hetta er heilt fantastiskt...orð kunnu ikki lýsa hetta, sigur Sólja Ernsdóttir á vøllinum í Djúpumýru tíðliga í kvøld, eftir at FM endaliga er komið í hús hjá KÍ.
Nú 19-ára gamli áleyparin hevur júst fullført sítt annað kappingarár við KÍ, og eftir at tað ikki gekk hjá sigursvanda felagnum í fjør og heldur ikki í steypakappingini, so smakkar hetta gullið eyka søtt.
- Vit hava verið ógvuliga svangar eftir at fáa tað heim. Hetta hava vit arbeitt gróthart fyri og veruliga vilja tað - so haldi at hetta var uppiborið.
Sí fleiri myndir frá FM-fagnaði í Klaksvík her
Sólja hevur sjálv átt stóran lut í FM-heiti nummar 24 hjá teimum í kongabláum. Hon hevur skorað 21 landskappingarmál - bert liðfelagin Tóra Mohr og Heidi Sevdal hjá NSÍ hava skorað fleiri - millum annað átti skjóti spælarin avgerandi mál og upplegg í oddadystinum í Runavík í august.
Dygdirnar eru til meira enn føroysku kappingina, men sum tað sær út nú, verður Sólja Ernstdóttir eisini KÍ-spælari í 2026. Hetta staðfestir hon fyri Portalinum.
Sí alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Óluva: - Eitt forloysandi FM-heiti hjá okkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald