Annað

FM fyri ung verður hildið á Tórsbreyt komandi vikuskifti

Kappingarnar byrja fríggjakvøldið.

2019-08-28 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti 30.august og til 1. sept. verður FM ung hildið á Tórsbreyt.

Kappingarnar byrja fríggjakvøldið tá rimarenningar verða avgreiddar. Byrjað verður aftur við kappingunum leygarmorgunin kl. 11.00 og sunnudagin kl. 13.00. Sunnudagin verður tó byrjaður við siðabundnu skrúðgonguni kl. 12.30.

Greinarnar í ár eru hesar:
8-9 (10-11): 60m, 400m, longd, bólt og kúla = 5 greinar
10-11 (08-09): 60m, 300m, 600m,  longd, bólt og kúla = 6 greinar
12-13 (06-07): 80m, 300m, 600m, 60/80m rim, longd, hædd, kúla og spjót = 8 greinar
14-15 (04-05): 100m, 300m, 800m, 80/100m rim, longd, trístøkk, kúla, skjót og sleggja = 9 greinar
16-17 (02-03): 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, trístøkk, kúla, spjót og sleggja  = 9 greinar
18-19 (00-01): 100m, 400m, 800m, 100/110m rim, longd, trístøkk, kúla, spjót og sleggja  = 9 greinar

Í spurti verða innleiðandi riðlar runnir leygardagin og finalurnar sunnudagin.

Í langspurti (300m og 400m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu og verður tíðin avgerandi.

Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir. Í bólkinum 14-15 fáa tey fýra royndir. Bólkarnir 16-17 og 18-19 fáa øll fyrst tríggjar royndir og seks tey bestu fáa so tríggjar eyka royndir.

Fríggjadagin verður kappast í hesum greinum:
12-13: 60m gentur/80m dreingir rimarenning
14-15: 80m gentur/100m dreingir rimarenning
16-17: 100m gentur/110m dreingir rimarenning
18-19: 100m gentur/110m dreingir rimarenning

Leygardagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m innleiðandi, longd og bólt
10-11: 60m innleiðandi, 600m, longd, bólt og 4x100m
12-13: 80m innleiðandi, 600m, hædd, spjót og 4x100m
14-15: 100m innleiðandi, 800m, trístøkk, spjót, sleggja og 4x100m (14-19)
16-17: 100m innleiðandi, 800m, longd, spjót, sleggja og 4x100m (14-19)
18-19: 100m innleiðandi, 800m, longd, spjót, sleggja og 4x100m (14-19)

Sunnudagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m finala, 400m, kúla og 4x200m blandað
10-11: 60m finala, 300m, kúla og 4x200m blandað
12-13: 80m finala, 300m, longd, kúla og 4x200m blandað
14-15: 100m finala, 300m, longd, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)
16-17: 100m finala, 400m, trístøkk, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)
18-19: 100m finala, 400m, trístøkk, kúla og 1.000m boðrenning (14-19)

Frælsur Ítrottur Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder