Annað

FM: Havnar Badmintonfelag flest heiðursmerki

FM fyri lið hjá teimum ungu var í gjár í Klaksvík - sí yvirlit yvir heiðursmerkini her.

Nummar 1, 2 og 3 í U15
(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Nummar 1, 2 og 3 í U15 (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2019-02-24 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Badmintonhøllin í Klaksvík var í gjár karmur um FM - liðkapping fyri ung. Badmintonsambandið skrivar, at talan var um ein langan og góðan dag, ið sambandið skipaði fyri saman við Klaksvíkar Badmintonfelagi.

KBF vann tvey gull á heimavølli (eitt deilt við ÍF), og Havnar Badmintonfelag fór heim við tveimum gullheiðursmerkjum. HBF var omaná ímóti KBF og ÍF samanlagt við seks heiðursmerkjum. 

FM fyri lið: 

U11:
Gull: KBF/ÍF
Silvur: HBF1
Bronsa: HBF2

U13: 
Gull: KBF1
Silvur: HBF1
Bronsa: ÍF

U15:
Gull: HBF1
Silvur: KBF/ÍF
Bronsa: HBF2

U17/19:
Gull: HBF
Silvur: KBF

Myndir av øllum ið vunnu heiðursmerkji kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Badmintonsamband Føroya. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder