FM í amboðsfimleiki verður í FIMI í Havn í morgin, leygardagin 15. mai, har kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
67 børn og ung eru meldaði til FM. Talan 37 dreingir/menn og 30 gentur/kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk og Ljósinum.
Skráin leygardagin:
9.00: Kappingin fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn byrjar.
13.00: Kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir
Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
Kappingin verður við áskoðarum. Kappingin verður eisini stroymd, og til ber at fylgja kappingini her. Leinki til bæði stroymingina og úrslitini verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi
Føroya Fimleikasamband
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald