Kappingin um at koma millum fýra tey fremstu, sum fara til semifinalurnar í FM-kappingini fyri lið í bridge, er hørð.
Liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Boga Simonsen vunnu stórar sigrar í teimum trimum dystunum leygardagin, og hava mestsum longu tryggjað sær hvør sítt pláss í semifinalunum, nú bara trý umfør eru eftir at spæla.
Men kappingin um hini bæði plássini er hørð millum fýra lið. Liðini hjá Oddmari Danielsen, Danny Danielsen, Allan Dal-Christiansen og Finn Ougaard liggja sera jøvn á teimum næstu plássunum.
Trý tey seinastu umførini í innleiðandi kappingini verða spæld leygardagin 11. januar í Bridgehúsinum í Havn. Eftir innleiðandi umfarið fara fýra tey fremstu víðari til semifinalurnar, og hini seks liðini spæla um at vinna B bólkin, har tey skulu spæla ein dyst móti hvørjum øðrum.
Úrslitini leygardagin:
4. umfar:
Anna Olsen – Oddmar Danielsen 0,51-19,49
Danny Danielsen – Jassarnir 17,56-2,44
Hans-Emil Haraldsen – Finn Ougaard 0,00-20,00
Allan Dal-Christiansen – Óli Holm 20,00-0,00
Dánjal Pauli Mohr – Bogi Simonsen 7,47-12,53
5. umfar:
Bogi Simonsen – Anna Olsen 20,00-0,00
Óli Holm – Dánjal Pauli Mohr 0,83-19,17
Finn Ougaard – Allan Dal-Christiansen 3,34-16,66
Danny Danielsen – Hans-Emil Haraldsen 20,00-0,00
Oddmar Danielsen – Jassarnir 14,94-5,06
6. umfar:
Anna Olsen – Jassarnir 6,52-13,48
Hans-Emil Haraldsen – Oddmar Danielsen 0,00-20,00
Allan Dal-Christiansen – Danny Danielsen 14,68-5,32
Dánjal Pauli Mohr – Finn Ougaard 20,00-0,00
Bogi Simonsen – Óli Holm 20,00-0,00
Støðan eftir 6. umfar
1. Dánjal Pauli Mohr 104,20
2. Bogi Simonsen 103,08
3. Oddmar Danielsen 84,93
4. Danny Danielsen 79,67
5. Allan Dal-Christiansen 77,43
6. Finn Ougaard 69,48
7. Óli Holm 33,02
8. Jassarnir 29,81
9. Anna P. Leo Olsen 15,04
10. Hans-Emil Haraldsen 3,34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald