Annað

FM í dart avgjørt í Mentanarhúsinum í dag

Leggja fyri klokkan 11 við innleiðandi bólkaspølum.

2019-04-27 10:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag.

32 teir bestu menninir og átta tær bestu kvinnurnar fara til Fuglafjarðar at dystast um FM-heitið í einmansleiki. Haraftrat verða hálvfinalur og finala í tvímansleiki umframt finaluna í liðkappingini.

Lagt verður fyri kl. 11 við innleiðandi bólkaspølum. Seinnapartin verða cup-dystir á skránni.

Kl. 16 verður finalan í liðkappingini millum D16 av Toftum og Havnar Dartfelag.

Frá kl. 17:30 verða hálvfinalur og finalur í einmansleiki og tvímansleiki á skránni. Tá verður ein dystur í senn spældur uppá stóra pallinum. Televarpið sendir frá kl 17:30 og dystirnir verða eisini vístir á stórskíggja í hølinum. Ætlanin er at skapa rættuligan dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið.

Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa ein rættuligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder