Annað

FM í estetiskum fimleiki verður avgjørt sunnudagin

Innleiðandi kappingarnar verða á Høllini á Hálsi seinnapartin í morgin, og sunnudagin klokkan 14 byrja finalurnar. 14 lið úr trimum feløgum eru tilmeldaði - Kringvarpið sendir beinleiðis sunnudagin.

Mynd: Haldur Suni Johansen

Mynd: Haldur Suni Johansen

2021-05-07 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høllin á Hálsi verður um vikuskiftið karmur um FM í estetiskum fimleiki.

14 lið eru tilmeldaði kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Leygardagin, 8. mai, byrjar undankappingin klokkan 13, meðan finalurnar byrja sunnudagin, 9. mai, byrjar FM klokkan 14.

Kappingarnar verða við áskoðarum, og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá FM sunnudagin.

Fimleikasamband Føroya

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder