Annað

FM í estetiskum fimleiki verður um vikuskiftið

19 lið fara at kappast í høllini á Hálsi.

2019-04-30 08:18 Author image
Tíðindaskriv

Leygardagin 4. og 5. mai 2019 verður FM í estetiskum fimleiki.

Undankappingin verður 4.mai kl.13.30 í høllini á Hálsi. Pinkur og smágentur kappast fyrst, og kl.15.30 kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

19 lið frá Fimleikafelaginum Ljósið, Fimleikafelaginum Støkk og Havnar Fimleikafelag luttaka í ár.

Sunnudagin 5.mai verður finalan kl.14.00 í høllini á Hálsi. KVF sendir beinleiðis í sjónvarpinum saman við einum fimleikaviðmerkjara.

- Fimleikasamband Føroya

placeholder
placeholder