placeholder
Annað

FM í gonguløgum avgjørt leygardagin

Fleiri FM vinnarar vunnu ikki á degnum, men gjørdust FM vinnarar, tí vinnarin á degnum ikki hevði luttikið í nóg nógvum kappingum frammanundan.

Mynd: Halla Askersdóttir

Mynd: Halla Askersdóttir

2019-07-08 21:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin vóru FM finalurnar avgjørdar uppi undir Kráarheyggi.

Sermerkt við kappingini var, at fleiri FM vinnarar ikki vunnu á degnum men gjørdust FM vinnarar, tí at vinnarin á degnum ikki hevði luttikið í nóg nógvum kappingum frammanundan, skrivar Ríðisamband Føroya.

Hetta kemst av tí at treytirnar fyri at luttaka í FM finaluni er, at rossið hevur luttikið í minst tveimum av teimum trimum kappingunum ið hava verið frammanundan. Øll ross kunna tó luttaka í kappingini, men so eru tey bara ikki við í FM stríðnum. 

Tær stóru greinarnar í gonguløgum eru fjórgongd, fimmgongd og so Tølt.

Fjórgongdina og Tølt á degnum vann Knút Lútzen á hestinum Kára. Tøltið vann hann sera sannførandi, men í fjórgongdini fekk hann harða kapping frá trimum rossum - Kammila við Valborg Laksafoss, Strák við Regini Johannessen og Verðandi og Kristfríð D. Jacobsen. Av tí at Kári ikki leyk treytirnar til FM, gjørdist Kamilla og Valborg Laksafoss FM vinnarar. 

Í Tølt var sama skil. Hóast sannførandi sigur á degnum var Kári ikki við í FM, tísklil vunnu Jacklin Durhuus og Hafdís FM í Tølt.

Skeiðkappingin var eisini spennandi, men at enda vunnu Gylling við Klæmint T. Myllhamar hana, men munurin til Hera Dahl á Stígi var sera lítil.

Hinar greinarnar á degnum vunnu V5 Nina Brockie á Báru - T7 Nina Brockie á Báru - T1 Ung Ragnheiður Dam á Hugi - V1 Ung Sedea B. Nolsøe á Kletti - Skeið 100 mtr Bárður Johannessen á Syrpu.

Yvirlit yvir FM vinnarar o.a. sæst niðanfyri:

 Føroya Meistarar ung
V1: Sedea B. Nolsø og Klettur frá Blessastöðum
T1: Ragnheiður Ó. Dam og Hugi frá Hrepphólum
F1: Sedea B. Nolsø og Stilkur fra Frisendal

Føroya Meistarar
100 m skeið: Klæmint T. Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli
F1: Klæmint T. Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli
V1: Valborg Laksáfoss og Kamilla frá Árbakka
T1: Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum
T2: Ester Dahl á Heygym og Vorboði frá Akurgerði

Úrslit ársins rytti
1. Ester Dahl á Heygnum við 49 stigum 
2. Knút Lützen við 42 stigum
3. Valborg Laksáfoss og Kristfríð D. Jacobsen við 41 stigum

Úrslit 100 m skeið
Nr 1 Bárður Johannessen og Syrpa frá Syðri-Hofdalum 9,86 sek.
Nr 2 Klæmint Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli 9,97 sek.
Nr 3 Beinta Poulsdóttir Debes og Kór frá Norður-Hvammi 10,84 sek.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder