Annað

FM í hálvmaraton verður leygardagin

Leygardagin 11. mai verður NS hálvmaraton Klaksvík 2019 runnið í gøtunum í Klaksvík.

2019-05-09 18:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 11. mai verður NS hálvmaraton Klaksvík 2019 runnið í gøtunum í Klaksvík. Hetta er samstundis FM í hálvmaraton, sum verður runnið á einari DAF-góðkendari hálvmaraton rutu. Talan er um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5,3 km Motiónsrenning og Barnarenning. Motiónsrenningin er samstundis stuðulsrenning til frama fyri Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, har alt luttøkugjaldið fer til Hotel Tórshavn.

Startur og mál verða á vegnum uttanfyri hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2002 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF. Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðuni.

Stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa.

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2002)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1964-1973)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1954-1963)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1953)

Í NS hálvmaraton Klaksvík 2019 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur B17-29 (1990-2002)
– Menn & kvinnur B30-39 (1980-1989)
– Menn & kvinnur B40-49 (1970-1979)
– Menn & kvinnur B50-59 (1960-1969)
– Menn & kvinnur B60-69 (1950-1959)
– Menn & kvinnur B70+ (1949 ella fyrr)

Í 5 km Motiónsrenning (stuðulsrenning) verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1974-2007)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1964-1973)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1963)

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Gentur/Dreingir -7 (f.2012 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2009-2011)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2006-2008)

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra NS hálvmaraton Klaksvík 2019 fáa serligt heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Tilmelding fer fram á www.fif.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder