Annað

FM í Skúlatelving farið í gongd

3. og 4. flokkar í norður-eystur Føroyum hava telva undankapping í Fuglafirði í dag - í morgin eiga tey 5.-10. flokkar í økinum tørn. Undankappingar verða fyri suður-vestur økið á Giljanesi hósdgin og fríggjadagin, og finalurnar verða í høvuðsstaðnum 19. og 20. mai.

Tað er Helgi Dam Ziska sum saman við Námi skipa fyri skúlatalvinum

Tað er Helgi Dam Ziska sum saman við Námi skipa fyri skúlatalvinum

2021-05-04 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan níggju í morgun varð farið í gongd í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og telvað varð til nakað út á seinnapartin.

Tað vóru tey, sum ganga í triðja ella fjórða flokki í norður-eystur Føroyum, ið vóru í eldinum í dag. Í morgin verða tað tey í 5.-10. flokki í norður-eystur Føroyum, sum telva undankapping í Fuglafirði. 

Hósdagin kappast yngri aldrusbólkurin í suður-vestur Føroyum á Giljanesi, og seinasta undankappingini verður fríggjadagin.

FM í skúlatelving verður 19-20. mai í høvuðsstaðnum, har fremstu trý liðini frá hvørjari undankapping hittast síðan til finalukapping.

Tað er Helgi Dam Ziska, sum saman við Námi skipa fyri.

Hvør skúli kann melda upp til átta lið til hvørja kapping, og seks næmingar manna hvørt liðið hvørt umfar - eitt lið kann tó hava upp til tveir útskiftarar. Telvað verða fimm umfør við klokku, har næmingarnir hava 10 minuttir í part til talvið. Fremstu trý liðini í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder