Annað

FM koppaði til fuglfirðingar

Triðja árið á rað vinna fuglfirðingar FM-heitið í billard.

Jákup L. Baldvinsson, Jens Kjartan Feilberg og Sofus L. Baldvinsson (Mynd: Billardsamband Føroya)

Jákup L. Baldvinsson, Jens Kjartan Feilberg og Sofus L. Baldvinsson (Mynd: Billardsamband Føroya)

2019-04-09 09:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið var FM avgerandi billarddystur á skránni í Klaksvík. Fuglfirðingar vóru á vitjan, og spenningurin var stórur, tí um teir fingu bert eitt av átta møguligum stigum heim aftur við sær, so blivu teir FM vinnarar.

Vunnu klaksvíkingar hinvegin 8-0, so blivu teir FM vinnarar, við at yvirhála bæði tvøramenn og fuglfirðingar.

Úrslitið bleiv javnleikur 4-4, og sostatt vunnu fuglfirðingar triðja FM heitið á rað. Tvøramenn vunnu silvur, og klaksvíkingar máttu taka til takkar við bronsuni, í harðari kapping við tvøramenn.

Endaliga støðan í 1. deild bleiv henda:
1. BFF1       60 stig
2. TVBF1     54 stig
3. KLBF1     53 stig
4. HABI1      31 stig
5. KLBF2      23 stig
6. BFF2        19 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder