Fótbóltur

FM til FC Hoyvík, Víking, HB og 07 Vestur

Seinastu umførini í Futsal vórðu spæld um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist, at FC Hoyvík og Víkingur vunnu tvey FM, meðan 07 Vestur og HB vunnu hvør sítt.

U9 genturnar hjá Víkingi, sum sunnudagin vunnu FM í Futsal (Mynd: FSF)

U9 genturnar hjá Víkingi, sum sunnudagin vunnu FM í Futsal (Mynd: FSF)

2023-02-06 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Futsalkappingin 2022-2023 endaði um vikuskiftið, og tilsamans seks føroyameistarar eru funnir.

FC Hoyvík vann tvey FM, U9 Dreingir og U13 Gentur, og tað sama gjørdu teir ljósabláu víkingarnir úr Gøtu og Leirvík, sum vunnu U9 Gentur og U11 Dreingir.

Í kappingini fyri U11 Gentur fór 07 Vestur avstað við meistaraheitinum, meðan HB vann FM fyri U13 Dreingir.

Endaligu støðurnar í teimum ymsu kappingunum og bólkunum síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder