Fótbóltur

FM1 sigur frá finaluni klokkan 19

Til ber eisini at fylgja við og síggja tilfar av Tórsvølli á Portalinum. Televarpið vísir KÍ-HB.

Til ber at lurta eftir beinleiðis frásøgn av Tórsvølli frá klokkan 18.55. Pætur Nolsøe verður til reiðar á staðnum fyri FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

Til ber at lurta eftir beinleiðis frásøgn av Tórsvølli frá klokkan 18.55. Pætur Nolsøe verður til reiðar á staðnum fyri FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-27 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður í kvøld, at steypavinnarin fyri 2025 hjá kvinnum verður funnin.

Verður tað KÍ, ið harvið helst eisini vinnur greipuna, ella verður tað HB, sum bjóðar av og skal royna at vinna fyrsta steypið síðani 2019.

Sí videoupptaktir:
Elin Maria Isaksen, HB: HB ætlar ikki at bíða í 20 ár eftir steypinum

Sanna Svarvadal, KÍ: - Skulu fáa álopsspælið at rigga í finaluni

Hetta verður greitt um 21-tíðina ella nakað seinni, um farið verður til longda leiktíð.

Til ber at lurta eftir beinleiðis frásøgn av Tórsvølli frá klokkan 18.55. Pætur Nolsøe verður til reiðar á staðnum. Allan Dybczak, ið var vinnandi venjarin við NSÍ í fjør, verður viðmerkjari hjá honum

Beinleiðis dagføring av støðuni verður ovast á Portalinum undir finaluni, umframt at myndir og samrøður vera aftaná. Dysturin sæst á Rás1 hjá Televarpinum. 

Sí eisini: HB og KÍ bresta saman í steypafinaluni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder