Fótbóltur

HB og KÍ bresta aftur saman í steypafinalu

Tað gjørdu tey seinast í 2022. KÍ er greitt mest vinnandi felagið í steypakappingini hjá kvinnum við 16 finalusigrum uppá 35 ár. Finalan verður spæld á Tórsvølli leygarkvøldið 27. september.

Savnsmynd: Olaf Olsen

Savnsmynd: Olaf Olsen

2025-09-26 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld hittast KÍ og HB fyri aðru ferð uppá fýra ár í finaluni. Í 2022 vann KÍ 2-1 á HB á Tórsvølli og tryggjaði sær harvið greipuna, umframt steypagull nummar 16 síðani steypakapping hjá kvinnum byjarði í 1990.

Steypavinnarar samanlagt:
16 – KÍ
6 – HB
6 – B36
3 – NSÍ
2 – EBS/Skála
1 – Skála
1 – AB

Kelda: FSF

Árið eftir koppaði NSÍ júst KÍ eftir longda leiktíð, og í fjør endurvunnu tær í gulum og svørtum - og vunnu steypakappingina fyri triðju ferð uppá fýra ár.

Nú er tað KÍ, ið jagstrar greipuna. Nógv skal kiksa seinastu tvey umførini í landskappingini, um ikki tær í bláum skulu vinna FM. Í morgin snýr tað seg um steypafinaluna.

Sí eisini: Sanna Svarvadal: Skulu fáa álopsspælið at rigga í finaluni

KÍ er favorittur, men HB hevur vunnið eina av innanhýsis uppgerðunum í ár og hevur bæði dugnaligar einstaklingar og eitt spennandi samansett, ungt, lið.

HB hevur vunnið steypakappinginia seks ferðir - seinast í 2019.

Video: HB ætlar ikki at bíða í 20 ár eftir steypinum

Finalan millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygardagin 27. september klokkan 19:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá FSF.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og ymiskt tilfar verður á Portalinum. Televarpið vísir dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder