Fótbóltur

Fokus er á Gundadali

Víkingur er á vitjan hjá føroyameistarunum í tí mest áhugaverda dystinum í dag.

HB skal í dag royna at verða omaná móti Víkingi í Gundadali
(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB skal í dag royna at verða omaná móti Víkingi í Gundadali (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-31 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini vórðu leiktir í gjár. Talan gjørdist um dramatiskan enda á Argjum. AB var á odda móti oddaliðnum, tá fimm minuttir vóru eftir, men fekk so reytt kort og B36 skoraði tvey mál seinastu løtuna. Harvið hevur B36 framvegis fult stigatal. Á Skála slóu teir appelsinlittu fast, at teir kunnu bjóða av í ár. Í komunnuupgerðini vann liðið hjá Eyðuni Klakstein uppibornan 2-0 sigur á NSÍ.

AB - B36 1-2 (1-0)  
1-0 35' Sìmun Samuelsen
1-1 86' Andrass Johansen
1-2 88' Benjamin Heinesen
Reytt kort: Bjarki Nielsen ('85)

Skála - NSÍ 2-0 (2-0)
1-0 26' Pætur Dam Jacobsen
2-0 31' Jákup Johansen

Í dag verða tríggir dystir leiktir í 3. umfari: 

15.00: HB – Víkingur (Rás 1) 
          KÍ – EB/Streymur

16.00: ÍF – TB


Víkingur var tvær ferðir á odda í 2. hálvleiki móti KÍ í 2. umfari, og var tætt uppá tí perfektu byrjanina uppá kappingarárið. Klaksvíkingar fingu tó javna í báðum førum, og fingu eins og í 1. umfari móti HB eitt stig. HB spældi eisini javnleik beint fyri landsliðsteðgin, tá NSÍ var á vitjan í Gundadali. Harvið hevur HB tvey stig fyri tveir dystir, og nú triðja uppgerðin móti "topp-fimm liðið" er á skránni, leita Hemir Guðjónsson og hansara menn eftir trimum stigum. Týdningarmikið er at koma á sigurskós, meðan víkingarnir í dag helst kunnu vera meira nøgdir við eitt stig. Lagt er upp til eina spennandi uppgerð millum føroyameistararnar seinastu trý árini. 

Í Fuglafirði er lykladystur í botnstríðnum. TB fekk trý kærkomin stig móti AB í fyrsta umfarinum, og tað er í slíkum dystum, at tvørámenn skulu hava síni stig. ÍF stendur sum eitt av tveimum liðum við ongum eftir tvey umfør, og fyri uppflytararnar er tað umráðandi at koma á talvuna í dag.

EB/Streymur hevur eina trupla byrjanarskrá, og liðið hevur seinastu árini havt tað ógvuliga trupult í Klaksvík. Eitt stig hevði verið frálíkt fyri EB/Streym, meðan KÍ í dag skal royna at fáa trý stig fyri fyrstu ferð í ár og royna at nærkast oddinum. 

1. B36 (9 stig) *
2. Skála (6 stig) *
3. Víkingur (4 stig)
4. NSÍ (4 stig) *
5. AB (3 stig) *
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)

* Ein dyst fleiri

Vit fylgja gongdunum á forsíðuni á Portalinum og taka samanum eftir dystirnar. 







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder