Hondbóltur

Foreldur Eliasar: - Tað kitlar eitt sindur meira í búkinum í dag

Tey eru sjálvandi spent, nú sonurin skal spæla Final Four. Jens á Skipagøtu og Gunn Ellefsen seta orð á, hvussu kenslan og vónirnar eru, og hví og Elias og føroyskur hondbóltur eru komin so mikið langt.

Jens á Skipagøtu og Gunn Ellefsen, við Boas Ellefsen á Skipagøtu og Róa Ellefsen á Skipagøtu her hvør sínumegin landsliðsvenjaran. Tey hava áður verið til Final Four við synunum - nú spælir tann elsti her við Kiel, sum í kvøld skal royna seg móti Barcelona (Mynd: Høgni Pætursson)

Jens á Skipagøtu og Gunn Ellefsen, við Boas Ellefsen á Skipagøtu og Róa Ellefsen á Skipagøtu her hvør sínumegin landsliðsvenjaran. Tey hava áður verið til Final Four við synunum - nú spælir tann elsti her við Kiel, sum í kvøld skal royna seg móti Barcelona (Mynd: Høgni Pætursson)

2024-06-08 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Köln, Týskland (Portalurin):  Ein rúgva av hondbóltsfjepparum síggjast í gøtunum í góðveðrinum í dag. Í Magdeburg-blusum, Aaalborg-blusum, Barcelona-blusum og nógv í Kiel-blusum; eisini við nummar 71 og Á Skipagøtu á rygginum.

Sí eisini: Nógvir føroyingar eru til Final Four

Nógvir føroyingar eru í býnum, og í øllum førum tríggir høvdu eina Kiel-blusu hjá føroyska umboðnum. Tað vóru pápi Elias Ellefsen á Skipagøtu og yngru beiggjar hansara. Vit spurdu Jens á Skipagøtu, sum hevur verið til Final Four nakrar ferðir við millum annað dreingjunum, um tað ikki er nógv øðrvísi nú, tá sonurin skal spæla so stórar dystir.

- Ja, eg vil siga, at tað kitlar eitt sindur meiri í búkinum hesaferð, enn tað hevur tá vit hava verið her áður. Men tað er eisini nokkso serligt, at vit hava verið her við dreingjunum, og teir hava gingið og runnið runt í Kiel-blusum, og nú skal Elias sjálvur spæla.

Gunn Ellefsen hevði ikki nakra Kiel-blusu. Mamma spælskiparan hjá Kiel, og forkvinnan í Hondbóltssambandinum, roynir at hava ís í búkinum 

-  Haldi ikki at eg eri minni rólig nú, enn tá ið landsliðið skal spæla. Tað er sjálvandi spennandi á ein annan hátt. Hetta er ordiliga skeg, men eg eri nokkso rólig.

Í eina tíð hevur man snakkað um, at føroyskur hondbóltur er á veg fram, og at Elias kann jú koma heilt langt. Er tað framvegis heldur óveruleikakent á degnum har ein føroyingur skal spæla Champions League-hálvfinalu?

Gunn: - Ja, tað er tað heilt sikkurt. Vit vóru og vitjaðu hann á hotellinum í gjár, og so sær man jú, at hann er ímillum allar teir, sum vit annars hava sæð og, tú veit, eru teir bestu í heiminum í løtuni. Tað er sjálvandi ordiliga stuttligt.

[object Object]
Gunn Ellefsen, mamma Elias og forkvinna í Hondbóltssambandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jens á Skipagøtu fevnir Róa á Skipagøtu, sum eisini er í Köln í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens og Gunn, sum hava verið virkin innan føroyskan hondbólt leingi, hugleiddu eisini um, hvat tað er eitt úrslit av, at føroyingar nú eru við í fremstu røð, og at Elias stendur her í dag.

Jens: - Fyrst av øllum haldi eg, at tað kemur av einum ótrúliga góðum hondbóltsumhvørvi. Hjá Eliasi er tað sjálvandi í Hoyvík gjøgnum barnaárini hjá honum, og vit síggja eisini nú, at tað koma fleiri leikarar kring í feløgunum. Tað hevði ikki komið, um tað ikki var eitt gott umhvørvið rundan um, sum stuðlaði uppundir: Bæði tað at tú kanst hava stórar dreymar, og vilt venja nógv, men eisini tað at hava ein góðan felagskap

Gunn: - Júst teir í árganginum hjá Eliasi hava verið ídnir við venjing og eisini verið hepnir við at hava nógv foreldur, sum eisini hava verið íðin. Samstundis byrjaðu feløgini og HSF at gera meira: Uttan øll tey sjálvbodnu rundanum, høvdu teir ikki verið komnir so langt; líkmikið hvussu dugnaligir teir eru. Tað er umráðandi, at at man er eyðmjúkur og veit, at man er ein lítil partur av onkrum nógv størri. Spælararnir eiga avgjørt sín heiður, men tað er eitt samlað avrik, ið stendur aftanfyri framgongdina. 

Vit spurdu til síðst foreldrini hjá fyrsta føroyinginum í Final Four í Champions League, hvat tey vænta sær av dystinum, sum byrjar klokkan 17, og av vikuskifitnum. 

Tey vóru eitt sindur ivasom um møguleikarnar hjá Kiel, sum svingar rímiliga nógv; millum annað málverjarnir, ið mugu hava ein góðan dag móti Barcelona, vísir Jens á Skipagøtu á. Teir kunnu loypa eitt sindur av hvøkk á, heldur Gunn Ellefsen. Hon leggur tó eisini dent á, at teir mongu føroyingarnir í býnum og í høllini fara at hava góðar dagar, líkamikið hvat úrsltiini hjá Kiel verða.

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln - í dag, leygardagin 8. juni
14.00: Aalborg Håndbold - SC Magdeburg
17.00: Barcelona - THW Kiel

Sambært Hondbóltssambandi Føroya kann dysturin keypast HERDR vísir hinar tríggjar dystirnar um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder