Köln, Týskland (Portalurin): Tað er ein søguligur føroyskur hondbóltsdagur her, og tætt við høllina fylkjast fleiri føroyingar.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sagt Portalinum, at hann fekk tjúgu atgongumerki til Final Four, sum fóru til millum annað familju og vinir.
Sí eisini: Elias: Havi droymt um hetta leingi
Umframt hesi, verða fleiri aðrir føroyingar til staðar í stóru Lanxess leikhøllini. Summi høvdu skaffað sær atgongumerki, áðrenn Elias á Skipagøtu og Kiel høvdu vunnið sær plássið millum tey seinastu fýra í Champions League. Onnur hava bókað bilettina seinasta mánaðain.
Ilt er at siga, júst hvussu nógvir føroyingar verða til staðar í høllini. Fleiri eru tó savnaði á sama gistingarhúsi miðskeiðs í Köln - yvir tjúgu.
Tað verður í øllum førum nakað serligt, tá ein føroyingur fer at royna seg millum tey allarsterkastu. Elias fer heilt víst at hava ein leiklut móti favorittunum úr Barcelona. Hendan hálvfinalan byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Sí eisini:
Julian: - Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln
Kiel hevur vunnið fremstu evropeisku kappingini fýra ferðir
Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln, leygardagin 8. juni
14.00: Aalborg Håndbold - SC Magdeburg
17.00: Barcelona - THW Kiel
Sambært Hondbóltssambandi Føroya kann dysturin keypast HER. DR vísir hinar tríggjar dystirnar.
Meira úr týska býnum seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald