Í morgin skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir royna at vinna seg í finaluna í Champions League.
Hetta verður í hálvfinalu móti Barcelona, sum er greitt mest vinnandi felagið í størstu evropeisku kappingini.
Flest finalusigrar í EFH Champions League/European Chamions Cup
Barcelona: 11 (Seinast í 2022)
Gummersbach: 5 (Seinast í 1983)
THW Kiel: 4 (Seinast í 2020)
SC Magdeburg: 4 (Seinast í 2023)
Les eisini: Kiel skal spæla móti Barcelona um finalupláss
Kiel og Magdeburg eru týsku umboðini í Köln í annaðkvøld. Bæði hava vunnið fýra finalur hvør. Kiel hevur spælt átta finalur - allar í hesari øldini - og harvið eisini tapt fýra ferðir. Magdeburg, ið er favoritturin til Final Four hetta vikuskiftið, hevur ikki roynt at tapt eina finalu í kappingini.
Seinast THW Kiel vann var fyri fýra árum síðani. Tá eydnaðist at basa Barcelona í finaluni, eins og tað gjørdi í 2010. Týska felagið er undirtippað til í morgin, men føroyingurin og liðfelagarnir fara at royna at gera sítt. Hálvfinalan byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Sí eisini: Elias: - Havi droymt um hetta leingi
Sí eisini: Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln
Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln, leygardagin 8. juni
14.00: Aalborg Håndbold - SC Magdeburg
17.00: Barcelona - THW Kiel
Dystirnir um vikuskiftið standa til at verða vístir á kanalunum hjá DR og/ella á dr.dk. Vit hava tó enn ikki funnið fram til Barcelona - Kiel har enn. Møguliga riggar tað at síggja dystin í Føroyum á handball-kanalen.tv (fyri eitt gjald).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald