Annað

Føroya Styrkisamband nýggja nevnd

Nendin er nú mannað við Heina Hátún, Onnu Kristinu Niclasen og Niels Juel Arge.

2021-05-24 20:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Styrkisamband hevði aðalfund herfyri, og er nevndin nú mannað soleiðis: Heini Hátún, Anna Kristina Niclasen og Niels Juel Arge.

Tiltakslimir eru Rói Hjaltalin, Maibrit Reynheim Petersen, Jákup Suni Berg, Páll Ólavsson og Gudmundur Danielsen.

Styrkisambandið, sum varð stovnað í 2019, arbeiðir fyri at menna førleikarnar hjá íðkarum, venjarum og dómarum og at betra umstøðurnar fyri føroyskum kappingum á altjóða støði.

Styrkiítróttargreinarnar, ið sambandið fevnir um, eru olympisk vektlyfting, styrkilyfting, kettlebell og tvørmegi. Sett á stovn er eisini eitt landsdekkandi styrkifelag, Styrkifelag Føroya.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder