Annað

Føroya sunnasta hálvmaraton leygardagin

Triðja árið á rað skipar ítróttafelagið Hvistan fyri senningini.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-09-19 10:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður Føroya Sunnasta Hálvmarathon í Suðuroynni. Hetta er triðja árið, at Hvistan skipar fyri hálvmarathon í Suðuroynni, har bæði gingið og runnið verður.
Tiltakið í ár byrjar við Stórá í Trongisvági, áðrenn leiðin so liggur umvegis Øravík, Hov, Porkeri og Vág, har málið er vesturi á Eiðinum við Vágshøll.

Veðurforsøgnirnir siga frá góðum veðrið, eitt lítið lot, sól og hitin um 10 stig.

Endamálið við tiltakinum, er at fáa fólk út, seta sær eitt mál og so sjálvandi eisini uppliva Suðuroynna. Tiltakið byrjar kl. 10, og væntast at øll eru komin á mál umleið kl. 14. 

Ferðslan millum Vág og Trongisvág verður tí eisini nakað merkt av, at nógv fólk eru á gongubreytum og vegunum, og tí vónar Hvistan saman við Landsverki og løgregluni, at bilførarar vísa ans, soleiðis at øll fáa ein góðan túr, bæði tey ið ganga og renna og tey í bili. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder