Annað

Føroya vakrasta hálvmaraton í september

Hóast korona er alt ikki avlýst. Nú ber til at tekna seg til Føroya vakrasta hálvmaraton, sum verður í september.

2020-07-05 16:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya vakrasta hálvmaraton verður eins og undanfarin ár fyrsta leygardag í september. Gingið og runnið verður úr Gásadali til Sandavágskirkju.

- Vit hugsa byrðardygni og umhvørvið inn í sambandi við tiltakið. Eitt nú verður stuðul latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Vit gleðast eisini um at hava ABC-fyri sálarheilsu, sum samstarvsfelaga. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Tó so medalu fáa vit og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum.

- Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum frá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í korona broytist vera tillagingar gjørdar, siga fyriskipararnir.

Gangarar fara úr Gásadali klokkan 10, meðan tey sum renna, fara avstað klokkan 11.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder