Annað

Føroya vakrasta hálvmaraton verður leygardagin

700 luttakarar vera við.

2021-09-03 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 4. septembur renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Í ár verða vit umleið 700 luttakarar.

Seinasta ár varð #FVHM gjørt um til eina tykisrenning - #míttvakrasta - hóast tað, eydnaðist at lata 33.000 kr til Krabbameinsfelagið og Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum. Eins og undanfarin ár fara 100kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.

Um broytngar skulu gerast í atgongumerkinum - skifta frá ganga til at renna, broyta navn, ella avlýsa, so má tað vera okkum í hendi í seinasta lagi í dag á middegi. Hendan kunningin er send við teldupost til øll tey sum hava teknað seg í 2020 og 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder