Orsakað av støðuni við COVID-19, hevur Ítróttarfelagið Frælsi avgjørt, at afturvendandi tiltakið Føroya Vakrasta Hálvmarathon, sum skuldi verið 5. september, verður broytt til eina tykisrenning:
Til #MíttVakrasta2020 ganga og renna fólk sín yndistúr í nærumhvørvinum.
– Í løtuni eru gott og væl 500 luttakarar teknaðir til Føroya Vakrasta Hálvmaraton. Luttakarar fáa nærri kunning í næstum, eitt nú, um tey ynskja at flyta tilmeldingina til 2021 ella afturbering, hvar tey, sum hava keypt G&G troyggjuna, kunnu fara eftir henni og nýggja tilmeldingarslóð til tykisrenningina: #MíttVakrasta2020, har møguleiki eisini verður at lata stuðul til Krabbameinsfelagið eins og vanligt, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald