Tveir teir seinastu dystirnir í 11. umfari vórðu leiktir í Eysturoynni í kvøld. Liðini ið tryggjaðu sær pláss í steypafinaluni í seinastu viku spældu í Sarpugerði, og við Løkin var uppgerð millum liðini í Runavíkar Kommunu. Tá samanumkom vóru heimaliðini omaná, og harvið vunnu øll heimaliðini í hesum umfarinum.
Einsamalla málið í dystinum í Norðragøtu kom næstan beinanvegin. Sølvi Vatnhamar legði eitt innlegg inn úr vinstru, ið tyktiskt vandaleyst, men Magnus Egilsson fekk ikki ruddað burtur, og so var Dion Splidt til reiðar við aftaru stong.
(Dion Splidt skoraði tíðliga í dystinum fyri Víking - Mynd: Sverri Egholm)
Restina av dystinum jagstraði HB, men har manglaðu loysnir og góðskan á seinasta triðinginum. Víkingarnir vóru væl skipaðir og vardu væl fyri. Tá HB so misti bóltin, gjørdi Víkingur skjótt av og hótti væl uppá umstillingarnar, og í roynd og veru var nærri við 2-0 enn 1-1.
Myndir frá dystinum
Í Runavík avgjørdi NSÍ alt í 1. hálveiki. Skála var annars væl við, men NSÍ kom til fleiri møguleikar, og vísti eisini tríggjar ferðir kynismu. Teir í gulum og svørtum tykjast sera væl fyri, og tað var stórur munur á hesum dystinum og fyrru uppgerðini millum liðini, sum var í 3. umfari, har Skála vann 1-0.
NSÍ kundi eftir dystin í kvøld lyfta steypið, ið liðið kappast við hitt felagið í kommununi um. Liðið hjá Guðjóni þórðarssyni hevur nú vunnið seks dystir á rað og er bert eitt stig aftanfyri KÍ. Víkingur er í hølunum og hevur vunnið seks útav teimum seinastu sjey. HB tyktist at vera av álvara komið í gongd, men hetta var eitt stórt afturstig, um føroyameistararnir vilja gera seg galdandi í oddastríðnum. Nú eru fimm stig upp til 4. plássið, átta stig eru upp til KÍ, og fýra sterk og vækoyrandi lið eru frammanfyri har. Skála tapti fjórða dystin á rað, og nú eru heili átta stig upp til evropeiskt pláss.
11. umfar:
Víkingur - HB (1-0)
5' Dion Splidt 1-0
Víkingur (4-3-2-1): Elias Rasmussen, Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen (82' Jákup Vatnhamar Olsen)
Gult kort: Sølvi Vatnhamar
HB (4-4-2): Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður H. Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Pætur J. Petersen (68' Daniel Johansen), Dan í Soylu (85' Jógvan Skeel Nolsøe), Tróndur Jensen, Adrian R. Justinussen - Sebastian Pingel 68' Bartal Wardum), Ari Mohr Olsen
Gul kort: Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Ari Mohr Olsen
NSÍ - Skála (3-0)
7' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
21' Pól Jóhannus Justinussen 2-0
44' Petur Knudsen 3-0 (br.)
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen (81' Per Langgaard), Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen (84' Jannik Olsen), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (67' Búi Egilsson)
Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen, Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen (L), Teitur R. Jonsen - Ólavur Mikkselsen (83' Djóni J. Petersen), Haraldur R. Højgaard (71' Niels Pauli Danielsen) - Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Erland Berg Danielsen (45' Janus Svabo Samuelsen) - Jákup Johansen
Úrsltiini í gjár:
B36 - AB 4-1 (2-0)
5' Árni Frederiksberg 1-0
16' Jónas Þór Næs 2-0
62' Ragnar Samuelsen 3-0
67' Bjarki Nielsen 3-1
85' Alex Mellemgaard 4-1
KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
41' Patrik Johannesen 1-0
44' Jonn Johannessen 2-0
62' Darius Lewis 3-0
75' Patrik Johannesen 4-0
TB - ÍF 1-0 (0-0)
80' Stefan Radosavljevic 1-0
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (26 stig)
2. NSÍ (25 stig)
3. B36 (24 stig)
4. Víkingur (23 stig)
5. HB (18 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)
Komandi umfar:
12 | 01.06.19 | NSÍ | TB | - | |
12 | 02.06.19 | Víkingur | SKÁLA | - | |
12 | 02.06.19 | HB | EB/Streymur | - | |
12 | 02.06.19 | KÍ | AB | - | |
12 | 02.06.19 | ÍF | B36 | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald