(Upptøka: Esport.fo. Øll finalan sæst her)
Í stórslignari stroymdari finalu leygardagin, sum Esport.fo skipaði fyri, vann “Team Suh Dude” føroyameistaraheitið í Counter-Strike.
Finalan var millum “Meet Your Destiny” og “Team Suh Dude”, og spenningurin var stórur. Spælt var best av fimm, og liðini skiftust um at vinna umførini. Men í síðsta umfarinum var "Team Suh Dude” so mikið sannførandi, at teir høvdu tíggju “matchbóltar”.
“Meet Your Destiny” kom væl aftur, men tað var longu ov seint. Við 16-10 sigri í fimta umfarinum tryggjaði “Team Suh Dude” sær føroyameistaraheitið.
Síggj løtuna, tá tað varð avgjørt omanfyri.
Frásøgumenn vóru Arnar Lognberg og Petur D. Petersen.
Liðini vóru soleiðis mannaði:
Team Suh Dude: Kári Højgaard Joensen (SkrtNeglHann), Petur Ingvar Bjellvåg (Happyfeet), Jacob Vitalis (Mogens) Heðin Mortensen (Hmonst3r) og Jógvan Sólsker (Jimmy).
Meet Your Destiny: Kaj Joensen (Flexo), Aron Hammer (doormaN), Meinhard L. Mohr (ZEYNT), Fríði Lómstein Zachariasen (frusaZ) og Rókur Dam Norðoy (RdN).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald