Fríggjakvøldið verður startskotið av meistadeildini í pool. Tað er ítróttabarrin Landskrona, sum hevur sett sær fyri at finna føroyameistaran í pool.
Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað sum 'league' - tað vil siga í bólkum eftir, hvussu nógvir luttakarar eru. Dystir verða vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.
Í annaðkvøld klokkan 19 verður startskotið, har luttakarar møtast, reglur verða kunngjørdar og lutur verður trekstur um bólkar. Eisini verður fyrsta umfar av meistaradeildini spælt.
Tað er ókeypis at luttaka, men aldursmarkið er 18 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald