
Hetta er mest týðandi hálvleiksprátið hjá Eyðuni Klakstein higartil. Tað, sum ikki mátti henda, er hent: Føroyar eru komnar afturum móti Gibraltar á heimavølli.
Jóannes Kalsø Danielsen og hinir fingu ikki avgreitt støðuna, eftir at Gibraltar fekk eitt óneyðugt fríspark á føroysku hálvuni, og so smekkaði James Scanlon bóltin í netið av brotsteigarmarkinum.
Bárður á Reynatrøð hevði ongan møguleika, men nakrar minuttir seinni misti hann bóltin, so at Gibraltar hevði støðuna til at skora til 2-0.
Seinastu løtuna hava Føroyar svara aftur og verið greitt omaná. Heimaliðið hevur skapt fleiri spentar støður í brotsteignum hjá Gibraltar. Neyvleikin vantar tó.
Tíðliga í dystinum rakti Viljormur Davidsen stongina.
Ein hálvleikur er til venda tí, sum kann verða eitt av vánaligastu úrslitunum í søguni hjá føroyska manslandsliðnum.
HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar (0-1)
Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen - Páll Klettskarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald