Annað

Føroyar eiga fimm altjóða dómarar í svimjing

Tríggir teirra eru yvirdómarar, meðan tveir eru startarir.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2019-01-31 14:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20, yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Soleiðis skrivar Svimjisambandið á svimjing.com, nú Dann Hjelm, H. Rúni Gaardbo og Katja Lervig eru at finna sum altjóða yvirdómarar á listanum, meðan Eyðun Húsgarð og Erling Eidesgaard eru at finna á listanum sum altjóða startarar.

- Tey hava øll fyrst luttikið á FINA dómaraskeiði í Føroyum og (Katja) í Reykjavík, og hava yvirdómararnir hartil tikið yvirdómaraprógv á skeiði hjá DGI og SSF í Føroyum í 2015. Hartil eru tey øll væl roynd sum dómarar á føroyskum og norðurlendskum meistarastevnum, umframt Dann á meistarastevnum LEN og FINA.

FINA listi 20 er galdandi frá hin 1. januar 2019 til hin 31. desember 2022, og kemur so eitt nýtt umfar til FINA lista 21 frá hin 1. januar 2017 til hin 31. desember 2024.

- Svimjisamband Føroya hevur avgjørt ætlan um at framyvir hava dómarar støðugt á hesum listum hjá FINA, umframt at bjóða hesum út í heim at royna seg, sum inspiratión og til at menna føroyska døming, umframt at avstemma okkara døming við henni aðrastaðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder