Lagt varð upp til ein sera spennandi seinasta dyst í EM fyri smálond í Høllini á Hálsi. Tað gjørdist tað eisini talan um, tí Føroyar og Ísland spældu fýra sera tætt sett. Harvið taptu bæði liðini á ein hátt, tí Føroyar skuldu vinna 3-0 fyri at vinna gull, og Ísland skuldi vinna tvey sett.
Myndir: Myndir: Føroyar-Ísland
Føroyar vóru omaná í 1. setti, men ov nógvar servuvillar vóru við til at halda tað tætt. Móti endanum trektu okkara tó longra stráðið.
Í 2. setti eydnaðist tað ikki hjá føroyska liðnum. Føroyar vóru tó betri ígjøgnum spæli - serliga við sannførandi álopsspælið. Men so stegðai heimaliðið upp, og Ísland vann seg inn aftur í dystin. Íslendingar vunnu seinastu mongu bóltarnar, og so varð 1-1.
(Mynd: Sverri Egholm)
Harvið var møguleikin fyri 1. plássinum í roynd og veru burtur, men føroyingarnir stríddust víðari og vunnu bæði 3. og 4. sett 25-22.
Hetta kundu teir á føroyska liðnum og mongu larmandi áskoðarnir fegnast um, men glaðast vóru skotar, ið seinastu tvey settini veruliga stuðlaðu Føroyum. Tá 3-1 sigurin hjá Føroyum var veruleiki, varð gullið eisini veruleiki hjá skotum, ið taptu 3-1 fyri Íslandi í fyrsta dystinum, men sum síðani vunnu á Føroyum og Grønlandi.
Stór frøi var á skotum í kvøld, tí føroyingarnir hjálptu teimum til gullið við at vinna á Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
Ein væleydnað kapping - fyrsta altjóða kapping ið føroyska manslandsliðið var vertur fyri í 30 ár.
Føroyar - Ísland 3-1
25-22, 21-25 25-22, 25-22
Endaliga úrslitið í EM-kappingini:
1. Skotland 4 stig *
2. Føroyar 4 stig
3. Ísland 4 stig
4. Grønland 0 stig
*Best settúrslit í innanhýsis dystum
Annað
Føroyar endaðu við góðum sigri á Íslandi
3x 25-22 var tó ikki nóg mikið til føroyskt gull, tí Ísland framdi eitt comback í 2. setti. Hetta gjørdi, at Skotland vann kappingina, og at Føroyar fingu silvur.
(Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-06 19:13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald