Annað

Føroyar eru nú partur av World Taekwondo

11 altjóða ítróttasambond viðurkenna nú Føroyar - ÍSF fegnast.

Vivian Guðjónsson og Noomi Kunoy Heradóttir saman við umboði fyri altjóða taekwondo-sambandið

Vivian Guðjónsson og Noomi Kunoy Heradóttir saman við umboði fyri altjóða taekwondo-sambandið

2019-12-06 15:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herferðin hjá Føroyum at vinna ítróttaliga viðurkenning á altjóða pallinum er nú styrkt við nýggja limaskapinum í World Taekwondo, WT (Altjóða ítróttasambandi fyri Taekwondo).

Leiðslan hjá WT kunngjørdi tíðindini á stjórnarnevndarfundi, sum var í Moskva í gjár, hósdagin 5. desember. Hetta merkir samstundis, at nú eru Føroyar viðurkendar av heili 11 altjóða ítróttasambondum.

Jon Hestoy, varaforseti hjá ÍSF, fegnast um tíðindini og sigur:

- Hetta eru frálík tíðindi fyri menningina av taekwondo í Føroyum, og eg vil takka World Taekwondo fyri at visa okkum slíkan heiður. Fyrsta taekwondofelagið í Føroyum varð stovnað í 2015, og var tað tann tá einans 10-ára gamli Høgni Kunoy Dávason, ið við hjálp frá foreldrunum umframt venjaranum J H Kim frá Taekwondo Institute í Singapore, sum fekk hetta í lag. Felagið hevur nú yvir 100 limir, og hevur vunnið trý donsk og eitt norðurlendskt meistaraheiti.

Vivian Guðjónsson, forkvinna í Taekwondosambandi Føroya gleðist um limaskapin og sigur:

- Taekwondo í Føroym er í stórari menninig. Sum 15-ára gamal er Høgni norðurlendskur meistari, og framtíðarútlini hjá føroyskum taekwondo og honum eru sera spennandi.

- Limaskapurin í WT gevur okkara íðkarum møguleikan fyri at kappast sum føroyingar á altjóða pallinum, og hetta má sigast at vera ein ómetaliga stór motivatión fyri tey. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder