Fótbóltur

Føroyar hava tryggjað sær 2. plássið í bólkinum

Tað endaði 1-1 í Moldova, og harvið fingu føroysku kvinnurnar 10 stig í fýra dystum móti Moldova og Gibraltar. Týskvøldið skulu Føroyar royna at vinna stig á heimavølli móti bólkavinnarunum Slovakia.

Ásla Johannesen skoraði føroyska málið í Moldova. Liðskiparin legði Føroyar á odda í 23. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen skoraði føroyska málið í Moldova. Liðskiparin legði Føroyar á odda í 23. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-30 20:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini fingu hvør sítt mál fyri steðgin, og tað kom einki mál í 2. hálvleiki á Zimbru leikvøllinum í Chisinau.

Harvið eitt stig til Føroyar í útidystinum og hetta var nóg mikið til at staðfesta, at liðið endar nummar tvey av fýra í hesum Nations League-bólkinum.

Føroysku kvinnurnar hava  í fýra dystum móti Moldova og Gibraltar vunnu sær 10 stig. Í Nations League 2023 endaðu Føroyar uttan stig í seks dystum.

Týsdagin 3. juni skulu Føroyar royna seg móti Slovakia í seinasta umfari. Vinnarin av bólkinum hevr fult stigatal (15) og málúrttøkuna 25-0 undan dystinum á Tórsvølli. Í kvøld vann Slovakia heili 11-0 á Gibraltar.

Tað var føroyski liðskiparin Ásla Johannesen, sum legði útiliðið á odda um miðjan 1. hálvleik. Í 37. minutti javnaði Moldova.

Í 2. hálvleiki komu fleiri heilt ungar á vøllin. Fyri Sólju Ernstdóttir og Brá Zakariasardóttir var talan um teirra fyrstu A-landsdystir.

[object Object]
Sólja Ernstdóttir spældi umleið ein hálvan tíma í kvøld, tá 18-ára gamla strandagentan í KÍ fekk sínar fyrstu A-landsliðsinuttir (Mynd: FSF/Jóhanna Thomsen)

Vegna trupulleikar við signalinum sást dysturin ikki í Kringvarpinum. Sambært hagtølunum høvdu Føroyar yvirvág í serliga málmøguleikum

Sí hagtøl og annað hjá UEFA HER 

Nations League Deild C, bólkur
30. mai, Zimbru leikvøllurin

Moldova - Føroyar 1-1 (1-1)
23' Ásla Johannesen 1-0
37' Iuliana Colnic 11

Óluva Joensen - Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sunniva Willemoes, Sanna Svarvadal - Sara Samson Lamhauge, Ásla Johannesen,Jensa Tórolvsdóttir - Heidi Sevdal.

Í 2. hálvleiki komu hesar inn: Sólja Ernstdóttir og Fridrikka Klementsen (60'), Brá Zakariasardóttir (83'), Anna Brændstrup og Jancy Mohr (88')

Venjari: Pætur Smith Clementsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder