Fótbóltur

Føroyar høvdu spælið - Ísland fekk málið

Føroyska liðið spældi á nógvan hátt sín besta dyst undir Håkan Ericson. Tað sá í stóran mun gott út við bóltinum, møguleikarnir vóru har, Ísland hevði fáar málmøguleikar men gagnýtti sín einasta í 2. hálvleiki á vakran hátt.

Ein av heilt góðu møguleikum hjá Føroyum kom tíðliga, tá Odmar Færø stútaði eitt hornaspark beint uppum málið (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av heilt góðu møguleikum hjá Føroyum kom tíðliga, tá Odmar Færø stútaði eitt hornaspark beint uppum málið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-04 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Ísland vinnur við einum máli, tá liðið spælur í Føroyum er ikki nakað nýtt. Soleiðis var í seinastu trimum dystunum undan tí í kvøld, og tað endaði hesuferð 1-0 til Ísland.

Einsamalla málið var frálíkt. Mikeal Anderson átti seinasta fótín á gott íslendskt snarálop - talan var um sera hegnisligt skot frá innskifta FC Midtjylland-leikaranum við vinstra beininum. Hóast Føroyar serliga høvdu eina heilt góða støðu eftir hetta, tá innskifti debutanturin Jákup Johansen kom í sera góða støðu, spældi yvirum til Klæmint Andrasson Olsen, ið heldur kroystur ikki megnaði at fáa bóltin í málið.

Føroyingar megnaðu ikki at fáa javnvág í aftur. Annars var liðið hjá Håkani Ericson omaná í spælinum, og tað sást, at nógv av ætlanini fyri dystin eydnaðist. Íslendska liðið var annars vælskipað og lat Føroyar hava bóltin í fleiri tíðarskeiðum.

Føroyar spældu hesuferð 4-5-1 tað mesta av dystinum, og hetta sá út til at hóska heilt væl. Føroyingar byrjaðu til dømis dystin nógv betri, og bæði vælleikandi Brandur Hendriksson, eftir gott uppspæl, og Odmar Færø, eftir hornaspark, vóru heilt nær við. Íslendingar spældu seg til ein stóran málmøguleika í fyrra hávleiki, men Teitur Matras Gestsson stjórbjargaði.

Annars sá tað gott út, tá Føroyar høvudu bóltin í stórum pørtum av dystunum. Verjuparturin hekk eisini væl saman við KÍ-miðverjuni og KÍ-liðformanninum frammanfyri - Jákup Biskop Andreasen var ikki upprunaliga úttikin, men byrjaði nú inni og kom ógvuliga væl frá uppgávuni.

Gilli Rólantsson, ið nú er komin í gongd aftur í Noregi, spældi sín besta landsdyst leingi, og Viljormur Davidsen var stinnur á hinum bakkinum. Teitur stýrdi væl frá málinum og HB-málverjin var virðismikil, hvat útspærkum viðvíkur. Samanumtikið sá føroyska liðið út til at hanga væl saman, men manglaði í summum løtum at gerast farligt. Íslendingar vóru meira effektivir og kyniskir.

Føroyar spæla aftur venjingardyst á Tórsvølli mánadagin, tá Liktinstein er á skránni.

Venjingardystir
Tórsvøllur, 04.06
Føroyar - Ísland 0-1 (0-0)
70' Mikeal Anderson 0-1

Føroyar (4-5-1) Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen,  Meinhard Egilsson Olsen - Jóan Símun Edmundsson

Jóannes Kalsø Danielsen, Andreas Lava Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jákup Johansen og Petur Knudsen komu inn.

Dagført 23.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder