Annað

Føroyar í europeiskum olympiskum leikum

Føroyar sleppa at kappast undir egnu flaggi í tveimum kappingum hjá Europeisku Olympisku Nevndini.

Mynd: judo.fo

Mynd: judo.fo

2019-02-07 13:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Europeiska Olympiska Nevndin hevur nú givið Føroyum loyvi at luttaka í tveimum kappingum hjá teimum undir føroyskum flaggi.

Hetta er eitt frambrot hjá okkum í strembanini at vinna okkum limaskap í altjóða olympisku nevnidni, og tí hevur ÍSF stóran áhuga í, at tær ítróttagreinir, ið hava møgulleika fyri tí, luttaka í hesum kappingum í ár, skrivar Judo Føroyar á heimasíðuni.

Talan er í fyrsta lagi um tvær kappingar: European Games og European Youth Olympic Games. Harafturat er ÍSF bjóðað við sum eygleiðarar til Games of Small States of Europe í ár, og vónandi fáa vit rætt til luttøku har komandi ferð.

European Games er fjórða hvørt ár, og har eru umleið 6.000 íðkarar.

Í ár verður kappingin 21. til 30. juni í Minsk í Hvítaruslandi, og føroysku ítróttagreinirnar, ið kunnu luttaka har, eru bogaskjóting, badminton, judo og borðtennis.

European Youth Olympic Games er fyri ungar íðkarar 14-18 ár, og er annað hvørt ár, og har eru umleið 3.600 íðkarar.

Í ár verður hendan kappingin í Baku í Azerbajan 21. til 27. juli, og ítróttagreinirnar, sum Føroyar kunnu luttaka við har, eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur.

Games of Small States of Europe er fyri lond við færri enn ein mllión fólk og er annað hvørt ár., har umleið 1.000 íðkarar eru.

Limalondini eru: Monaco, Cyprus, Andorra, Malta, Luxembourg, Ísland, Liechtenstein, San Marino og Montenegro.

ÍSF er bjóðað við sum eygleiðari til leikirnar í 2019, sum verða í Montenego 27. mai til 1. juni.

Vónandi endar tað við, at Føroyar kunnu luttaka har næstu ferð. Ítróttagreinirnar eru svimjing, judo, borðtennis og flogbóltur.

ÍSF vil fegið, at føroyskur itróttur ger brúk av hesum møgulleikum, nú teir endiliga eru her, og nevndin í Judo Føroyum fer nú saman við landsliðsvenjaranum at viðgera hendan spurning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder