Um beint ein tíma byrjar venjingardysturin millum Føroyar og Skotland á Tórsvølli.
Nú er greitt, hvørjir byrja inni:
Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson, Meinhard Egilsson Olsen
Hetta er liðið, sambært uefa.com, ið hevur sett tað upp í eina 4-5-1 leikskipan, har Meinhard Olsen er vinstri kantur. Spurningurin er tó, um Bryne-leikarin ikki verður meira undir liðuni á Jóan Símun Edmundsson. Føroyar hava í øllum førum spælt 4-4-2 so at siga allar minuttirnar undir Håkani Ericson.
Gunnar Nielsen er ikki tøkur hesuferð, so Teitur Matras Gestsson verjir málið. Sonni Ragnar Nattestad og Gunnar Vatnhamar, ið vóru í miðverjuni í Skotlandi, eru darvaðir av skaðum, so KÍ-miðverjan spælir. Liðformaðurin hjá KÍ, sum ikki varð úttikin í fyrstu syftu, byrjar inni á sentrala miðvøllinum, og hetta kann metast sum sterkasta liðið, ið er tøkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald