Hondbóltur

Føroyar koppaðu kekkum

Í einum ógvuliga spennandi dysti tryggjaðu okkara menn sær síni fyrstu stig í kappingini við 27-26 sigri á Kekkia.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-30 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í triðu royndini varð dysturin leiktur, og í fimtu royndini í undankappingini fingu Føroyar stig. 

Tað endaði 27-26 til Føroyar í høllini á Hálsi, har Kekkia í kvøld vitjaði. Hálvleiksstøðan var 11-12. Í 2. hálvleiki skiftust liðini so at siga um at skora, men móti endanum vóru føroyingar omaná. 

Elias á Skipagøtu og Sjúrður Olsen gjørdust føroyskir toppskjúttar við fimm málum hvør.

Vit hava viðmerkingar, fleiri myndir og annað seinni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder