placeholder
Hondbóltur

Føroyar og Svøríki stavn um stavn í bronsudystinum

Føroyska liðið hevur strítt seg undir liðuna á Svøríki - serliga takkað verið Sasha, verjuni og einum flúgvandi Óla Mittún. Tað er 12-12 og púra opið í søguliga dystinum - fylg við á Portalinum.

Óli Mittún hevur skorað seks ferðir og skapt nógv órógv í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún hevur skorað seks ferðir og skapt nógv órógv í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-29 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyska spælið hevur ikki verið eins flótandi sum í mongum øðrum dystum, og "spillprosenti" - í tekniskum villum og skotum er kanska heldur høgt.

Hinvegin hava føroyingar stríðst fyrimyndarliga væl í HM-bronsudystinum. Verjan hevur spælt seg upp, sum hálvleikurin er liðin - við Ísaki Vedelsbøl og Róki Ziskason mitt fyri - og í málinum tekur Sasha yvir 40 prosent av skotunum. Hetta er ógvuliga týðandi.

Axel Månsson hevur givið Føroyum størst høvuðbrýggj. Tá svenski spælskiparin kemur inn aftur við nógvari megi um eina løtu, skulu vit tálmað honum. So hava Føroyar ein góðan møguleika at vinna.

Okkara størsti profilur ger eisini sítt. HM-toppskjúttin er eisini toppskjútti í dag við seks málum - helmingin av málunum hjá Føroyum fyri steðgin. Pentur og hartspælandi sviar steðga ikki Óla Mittún, ið ofta tekur sakina í egnar hendur og skal royna at halda stásið við líka eftir steðgin.

Um skrúvað verður upp fyri álopsdygdini nú, so sær tað heilt spennandi. Sum nú er, eru Føroyar og Svøríkl stavn um stavn í stríðnum um HM-bronsuna: 12-12

Fylg við her

HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni
16.00: Føroyar - Svøríki (12-12)

---------------------------

Dystargongdin higartil:

5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 6-7
20 min: 8-10
25 min: 10-12
30 min: 12-12

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 6
Trúgvi Hávardsson: 2 (2)
Ísak Vedelsbøl: 1
Høgni Heinason: 1
Niklas Gaard: 1
Búi Djurhuus Poulsen: 1

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok: 10 (43%)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder