Annað

Føroyar Renna: 20.750 krónur til Sinnisbata

- Tað er ótrúliga flott, at so nógvur peningur kom inn. Hetta er peningur, sum allur fer til eitt gott endamál, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum handaði Sinnisbata peningin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Ann Thomsen, nevndarlimur í Bragdinum, Súsanna Olsen frá Sinnisbata og Katrin Thorsvig Hansen, nevndarlimur í Bragdinum

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Ann Thomsen, nevndarlimur í Bragdinum, Súsanna Olsen frá Sinnisbata og Katrin Thorsvig Hansen, nevndarlimur í Bragdinum

2021-04-16 22:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá ið korona fór at herja í fjør, tók Bragdi stig til tiltakið Føroyar Renna. Tiltakið eydnaðist væl, og tí varð tað endurtikið í ár. Heili 420 fólk meldaðu seg til renningina hesaferð.

Tiltakið Føroyar Renna varð í ár hildið 1. apríl. Tá runnu fólk úr 5 km og upp í fult marathon.

Tórshavnar kommuna stuðlaði tiltakinum, so tað var ókeypis hjá øllum at melda seg til renningina. Í staðin kundi fólk stuðla Sinnisbata við 50 krónum og uppeftir.

Inn komu 20.750 krónur, og tað vóru hesir pengarnir, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Sinnisbata.

- Tað er sera umráðandi at vera virkin í gerandisdegnum. Og tá ið vit hugsa um, at korona kom, so var tað ótrúliga flott, at tit tóku stig til Føroyar Renna, og at tiltakið var aftur í ár, og at fólk hava latið so nógvar pengar til eitt vælgerandi endamál, segði Heðin Mortensen, tá ið hann handaði pengarnar.

Borgarstjórin legði aftrat, at tað er umráðandi at vera virkin og røra seg í gerandisdegnum – bæði fyri kropp og sinn.

Pengarnir vórðu handaðir Sinnisbata inni í nýggja felagshúsinum hjá Bragdinum, sum felagið júst hevur langtíðarleigað. Húsini liggja væl fyri beint við Tórsbreyt, sum er eitt veruligt savningarstað fyri frælsan ítrótt og eisini fyri onnur, sum røra seg.

- Tað er ótrúliga flott, at so nógvur peningur kom inn. Hetta er peningur, sum allur fer til eitt gott endamál. Og sum eg skilji, hevur tiltakið eydnast so væl, at tit fara at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, segði borgarstjórin.

Føroyar Renna verður aftur um júst eitt ár. Ætlanin er, at tiltakið verður 16. apríl 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder