Allan seinna hálvleik var einvegis ferðsla, og sigurin kundi og burdið verið størri, hóast Liktinstein hevði eitt skot á stongina í yvirtíðini - annars heilt lítið at bjóða uppá.
Hjá Føroyum hevði millum annað hevði innskifti Petur Knudsen, ið var vælupplagdur, nakrar góðar møguleikar. Klæmint Andrasson Olsen kundi eisini fingið hattrik.
Hetta var sættu ferð í søguni, at Føroyar og Liktinstein hittust. Í øllum førum hevur talan verið um venjingardystir - føroyingar hava vunnið allar. Tó var hetta støsti sigurin á Likinstein nakrantíð og tann størsti yvirhøvur í FIFA-skrásettum dysti. Tað var eisini fyrstu ferð, at Føroyar skoraðu fimm mál.
Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen gjørdust tvífaldir málskjúttar. Viljormur Davidsen, ið eins og Sølvi Vatnhamar spældi sín skrásetta A-landsdyst nummar 50, setti punktum við brotssparki.
Myndir: Føroyar - Liktinstein
Les meira um fyrra hálvleik her
Føroyar - Liktinstein (3-1)
19' Max Göppel 0-1
22' Klæmint Andrasson Olsen (Viljormur Davidsen) 1-1
38' Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar) 2-1
41' Brandur Hendriksson Olsen 3-1
65' Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 4-1
79' Viljormur Davidsen (br. - Klæmint Andrasson Olsen) 5-1
Føroyska liðið (4-5-1)
Tórður Thomsen (11' Teitur Matras Gestsson) - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham (46' Hallur Hansson), Heini Vatnsdal (46' Odmar Færø), Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson (46' Petur Knudsen), Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Brandur Hendriksson Olsen (61' Andreas Lava Olsen), Meinhard Egilsson Olsen (61' Tróndur Jensn) - Klæmint Andrasson Olsen
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald