
Umleið 2.500 heimaáskoðarar í Føroyum og ein HM play-off dystir. Júst hetta hava tær á føroyska kvinnulandsliðnum ikki roynt áður.
EM-endaspælið í desember gav virðismiklar royndir, og har vístu føroysku kvinnurnar eisini dygdir. Í undankappingin livdu tær upp til leiklutin sum stórfavorittar móti Luksemborg við tveimum stórsigrum.
Hesa vikuna snýr tað seg um at í minsta lagi vera eitt mál betri enn Litava samanlagt. Útfrá styrkismeting ber hetta ógvuliga væl til. Føroyar standa sum favorittar at vinna seg til HM, men tað krevur eisini, at man avrikar og stendur ímóti tí eyka trýstinum, sum tað gevur.
Tað er ikki ein heild vand støða, og Føroyar fara at spæla uttan nakrar profilar í dag: Málverjan Anniku Fríðheim Petersen, Turið Arge Samuelsen og Súnu Krossteig Hansen. Hetta kann møguliga fara at merkjast - Brynhild Pálsdóttir, sum spældi heild væl móti Danmark til EM, og Bjørk Franksdóttir Joensen, einasti lámi bakspælarin í føroyska hópinum seinastu árini, eru heldur ikki tøkar.
Sí eisini:
Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar
Súna Krossteig Hansen spælir ikki í kvøld
Annika heilsaði uppá liðfelagarnar við Tjarnir
Litava hevur fyri tað mesta spælarar úr heimligu kappingini við. Ilt er at meta um teirra styrkir, men vit sóu í 2023 Neistan sláa eitt lið úr Litava út í European Cup. Profilarnir spæla í 2. Bundesliga, og talan er eum eitt heldur tungt lið við nøkrum skjúttum. Sum skilst er føroyska spælið væl meira ferðmikið, meira skipað og meira bygt á kontra-retur enn tað hjá Litava.
Spurningurin er so, hvussu hesir munirnir fara at síggjast í kvøld, og hvør fær størri fyrimunirnar. Føroyar hava millum annað nakrar spælarar, sum spæla á ógvuliga høgum stigi - fremstu donsku deildini - og spæla væl har. Nógv liggur á Pernille Brandenborg, Janu Mittún, Mariu Pálsdóttir Nólsoy og so Rakul Wardum í málinum.
Skinklar tað í løtum, so snýr tað seg um at miðsavna seg aftur - Føroyar skulu allarhelst hava ein fyrimun við til Litava, har seinni dysturin verður sunnudagin.
Sí eisini - samrøður:
Fríða Nolsøe Olsen: - Eg fari at hjálpa til har eg kann
Maria Nólsoy: - Ógvuliga spennandi við nærum útseldari høll
Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
19.00: Føroyar - Litava
Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og mongum øðrum. Kringvarpið vísir dystin
Sí eisini: Upphitingin verður við Tjarnir klokkan 17 - yvir 2.500 atgongumerki seld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald